Í samband við tað almenna kjakið, um bústaðarneyð, hava vit ofta hoyrt pástandin um, at tað er lættari at finna ein bústað á bygd, samanborið við Havnina. Men er hetta meira enn bara eitt postulat? Tað velst um hvat tú leggur í hugtakið bygd, og so leingi vit ikki eru samd um, hvat hugtakið bygd merkir, verður ringt at hava eina samtalu uttan missskiljingar.
Spyrt tú almenna mynduleikan hvat ein bygd og ein býur er, verður ofta sipa til eitt ávíst íbúgvatal, har markið millum bygd og bý verður sett. Hetta er sambært Kommunufelagnum 1.500 íbúgvar. Við hesum sjónarmiðinum, hava vit fleiri býir í Føroyum, harímillum eru eitt nú Klaksvík og Fuglafjørður. Haraftrat koma býir sum Argir og Hoyvík, hóast hetta ofta verður koyrt í ein og sama pott, undir heitinum Tórshavn ella Havn. Meðan tey lokalu í Havnini í størri mun skilja mun á økjunum, er ein størri tendensur hjá avbygdafólki at skýra alt hetta sum partur av Tórshavn. Somuleiðis kann sama ósemja gera seg galdandi á einum stað sum Runavík, sum millum tey lokalu er býtt sundur í Glyvrar, Saltangará og Runavík. Um tú býtir økini upp, sum tey lokalu gera, er talan um fleiri einstakar bygdir, meðan bygdirnar savnaðar vildu givið ein bý, orsaka av íbúgvatalinum, sum tilsamans er omanfyri teir 1.500 borgararnar. So her er ein definitiónsspurningur, sum vit ikki eru samd um.
Ein onnur fatan av hvat bygd og bý er, at Tórshavn er tann einasti býurin í Føroyum, meðan restin av landinum fellir undir heitið bygd. Um hugt verður at definitiónini í orðabókini hjá Sprotanum, fært tú inntrykk av hesi somu fatan, har tað m.a. stendur: ‘hann var úr (lítlari) bygd (ikki úr høvuðsstaðnum, serst. Havn)’. Hendan fatanin tykist at hava vunnið eitt umfatandi fastatak millum summi, og hevur verið at hoyrt í bústaðarkjakinum, sum vit hava havt í seinastuni, samstundis sum hendan fatanin eisini tykist at hava vunnið fram í kjaksendingum á Kringvarpi Føroya, sum Kjakaríið og í teimum mongu lesarabrøvunum um kommunusamanlegging, sum m.a. Framsókn borðreiddi við til seinasta Løgtingsval.
Trupulleikin við hesari definitiónini er tó, at fatanin av hugtakinum bygd verður alt tað sum ikki er Havn. Altso er talan her ikki um eina positiva definitión, av hvat bygd er, men ein negativ definitión, sum tekur útgangsstøði í hvat bygd ikki er.
Men er tað ikki líkamikið, kanst tú kanska spyrja. Nei, tað haldi eg ikki at tað er. Um vit skulu hava eitt sunnari kjak, v.v. bústaðarmøguleikum, mugu vit hava eina størri segmentering av hugtøkunum bygd og bý, tí at umstøðurnar í landinum eru so ymiskar. Uttan hesa sundurdeiling, risikera vit at kjakast parralelt við veruleikanum, og her er tað at hendan definitiónin gevur rúm fyri logiskum feilslutningum, sum ger, at kjakið ikki avspeglar veruleikan. Eitt nú kunnu tveir persónar verða rúkandi ósamdir um bústaðarmarknaðin á bygd, tí at annar páheldur, at ongi hús eru at fáa, tí viðkomandi tekur útgangsstøði í einari bygd í meginlandinum, meðan hin heldur lítið um hendan pástandin, tí at fleiri hús standa tóm á Sandi. Manglandi nuansurnar merkja her, at báðir partar hava rætt, samstundis sum báðir partar eisini hava skeivt. Trupulleikin í hesum kjakinum er ikki veruliga støðan, men definitiónsfatanin, sum heilt einkult kann roknast fyri at verða ov grunn.
Somu feilniðurstøður kunnu eins væl uppstanda, tá ið tosa verður um kommunusamanlegging, og hetta kann verða óheppi, um hendan fatanin nakrantíð vinnur fram í førdum realpolitikki. Vit sóu sum sagt fleiri lesarabrøv um evnið til seinasta Løgtingsval, og her var tað eisini, at júst hesar feilniðurstøðurnar vóru at síggja (eg havi valt ikki at leggja upp keldurnar, tí eg ikki vil hanga nakran út).
Heldur enn at framhaldandi kjakast við definitiónum, sum vit hava ymiskar fatanir av, kundu hesar defintiónirnar verið betri útformaðar, við eitt nú at gera mun á størri og smærri bygdum, umframt bygdum í meginøkinum, kontra bygdum á útoyggj og á oyggjum, sum ikki er koyrandi til. Men hetta má jú gerast partur av okkara málsligu fatan, soleiðis at vit ikki tosa útfrá áðurnevndu fatanunum, men heldur fáa eina meira fjøllbroytta fatan, sum ikki rúmar yvirgeneraliserandi hugtøkum.
Terji Beder