Í dag havi eg ynskt Jóhan Christiansen til lukku við sessinum sum landsstýrismaður í samferðslumálum, við at seta honum fylgjandi skrivliga fyrispurning um tunnilin millum Gøtudal og Skálafjørð (fyrr Skálabotn). Spyrjari: Terji Beder, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum […]
“Útbúgving er ein íløga” verður ofta tikið til, bæði hjá landinum og hjá tí, sum tekur hana. Tann, ið nemur sær útbúgving, væntast við henni at víðka um sítt fíggjarliga rásarúm. Tó er hettar ikki galdandi, um fólk við skerdum førleika, fara […]
Í gjár umboðaði eg, saman við Birnu Heinesen og Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkin á pallborðsfundi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroyar, har kjakast var um fólkaskúlan. Tá eg stóð á pallinum, kom ein spurningur millum áhoyrararnar, sum snúði seg um týskt og støðuna hjá […]
Føroyska útbúgvingarskipanin er ikki altíð girað til at lærlingar og lesandi kunnu ferðast frá einari útbúgving til aðra. Har eru ov nógvar forðingar! Samstundis er hugtakið lívslong læring komið fyri at vera. Tí skulu vit skapa eina nógv smidligari skipan har vit […]
15. desember 2020 staðfesti sitandi samgonga, at hon ikki metir, at øll fólk eiga at fáa somu løn fyri sama arbeiði. Skipanin við tillagaðum størvum varð broytt, soleiðis at fólk, ið bera brek ella hava aðrar avbjóðingar, ið gera at tey ikki […]
Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið. Tað geri eg, tí eg ynski eitt javnt, trygt og rættvíst samfelag, har okkara fortreytir ikki avmarka okkara møguleikar. Hetta ynski kemur av teirri grundleggjandi fatan, at eitt gott samfelag er eitt frælst samfelag, og […]
Eg møtti einum blindum manni í nátt, á Nørrebrúgv, sum sá so forvirraður út. Eg steðgaði á at vita, um hann hevði brúk fyri hjálp, og tað vísti seg, at hann var eitt sindur vilstur blivin. Hann var ikki langt av leið, […]