Fyrispurningur: Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini

Í dag havi eg ynskt Jóhan Christiansen til lukku við sessinum sum landsstýrismaður í samferðslumálum, við at seta honum fylgjandi skrivliga fyrispurning um tunnilin millum Gøtudal og Skálafjørð (fyrr Skálabotn).

 

Spyrjari: Terji Beder, løgtingsmaður

Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum

Evni: Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini

 

Spurningar

1. Hví eru aðrar tunnilsverkætlanir tiknar fram um Gøtudalstunnilin,tá tær sambært Samferðsluætlanini hjá Landsverki áttu at fingið lægri raðfesting enn Gøtudalstunnilin?

2. Hevur útsetanin av Gøtudalstunlinum viðført aðra vegagerð í mun til Eysturoyartunnilin?

3. Ætlarlandsstýrismaðurin at virka fyri, at Gøtudalstunnilin aftur kemur á skrá?

4. Um landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri tunlinum, nær kann tá væntast, at farið verður undir at bora?

 

Viðmerkingar:

Ein tann ferðslutyngsti teinurin í Føroyum yvirhøvur er teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal. Í miðal koyra eini 6.000 akfør um samdøgrið á hesum strekki. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiðið, sum liggur høgt, og vegurin er sera brattur. Tað ger vegin ótryggan og skapar ofta ferðsluruðuleika í ringum veðri. Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið.

Okkara  almenni  fakmyndugleiki  fyri  vega-og  tunnilsgerð,  Landsverk,  handaði  í  2019  eina Samferðsluætlan, sum kortlegði allar tunnils-og vegakervisverkætlanir, sum skuldu gerast í tíðini frá 2018 til 2030. Hendan ætlanin setti verkætlanirnar í ein væl grundaðan raðfestingarlista, sum tók atlit til ferðslutrýst, samfelagsgagn, vandalig vegastrekkir, kostnað og ymisk onnur viðurskiftir. 

Ímillum  tær  verkætlanir,  sum  Samferðsluætlanin  fevndi  um,  var  eisini  Eysturoyartunnilin,  sum sambært ætlanini kravdi ein tunnil ímillum Gøtudal og Skálabotn. Hendan verkætlanin varð mett at skula til, tí hon kundi økja um ferðsluna í Eysturoyartunnlinum, soleiðis at brúkaratalið av tunlinum rakk teimum tølum, sum skuldu til, fyri at fáa tunnilin at bera seg fíggjarliga. Her varð væntað, at ein farleið á vestara armi á Skálafjørðinum, við landsvegi nærum allan vegin, fór at økja um nýtsluna av tunlinum. At nýta leiðina eftir eystara armi, er at tvinga ferðsluna ígjøgnum bygt øki nærum allan vegin frá Norðragøtu til tunnilsmunnan á Saltnesi.

Í svari frá undanfarna landsstýrismanni í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur Gøtudalstunnilin verið planlagdur í mong ár, og er ein høvuðsleið til og frá Eysturoyartunlinum fyri økini norðanfyri Gøtueiði, og er ein týdningarmikil útbygging, sum knýtir norðurøkið og miðøkið saman.

Sambært sama svari vóru jarðfrøðiligar forkanningar gjørdar í 2019, bæði á Varmakeldueiði og í grótbrotinum omanfyri Syðrugøtu. Hesar forkanningar hava víst seg at verið somikið góðar, at Jarðfeingi  ikki  metir  tað  verða  neyðugt  við  fleiri  jarðfrøðiligum  kanningum  til  fyrireiking  av tunlinum. Tó er greitt, at eftir øllum at døma eru fleiri fyrireikingar, sum skulu til, tí samgongan í Løgtingsfíggjarlógini hevur játta eina millión til framhaldandi fyrireikingar av Gøtudalstunlinum.

Ætlanirnar í Løgtingsfíggjarlógini og Samferðsluætlanini hjá Landsverki fylgjast ikki, tí man á Løgtingsfíggjarætlanini  hevur  uppraðfest  verkætlanir,  sum  sambært  fakkunnleikanum í Samferðsluætlanini eiga at verða raðfest lægri. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Á Løgtingi, 14. mars 2025

Terji Beder

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *