Um meg
Terji Beder
Eg eiti Terji og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.
Tað geri eg, tí eg ynski eitt javnt, trygt og rættvíst samfelag, har okkara fortreytir ikki avmarka okkara møguleikar.
Hetta ynski kemur av teirri grundleggjandi fatan, at eitt gott samfelag er eitt frælst samfelag, og at frælsið hjá tí einstaka í stóran mun verður skapt í teimum kørmum og møguleikum, sum samfelagið bjóðar.
Tí fari eg at arbeiða fyri haldgóðum og samhaldsføstum skipanum, einum tryggum og nútímansgjørdum arbeiðsmarknaði og fyri einari sterkari útbúgvingarskipan við fleksiblum lestrarmøguleikum.
Míni hjartamál
01
Skipanin við tillagaðum starvi skal rullast aftur, so at fólk við skerdum arbeiðsføri aftur fáa rætt til sáttmálaløn!
02
Ein óreguleraður bústaðarmarknaður er størsti katolysator til sosialan ójavna. Ein bústaðarpolitikkur skal skipast, sum tryggjar fólki rætt til ein bústað.
03
Arbeiðsloysisskipanin skal ikki bert fevna um vanligar arbeiðstakarar, men skal eisini fevna um sjálvstøðug vinnurekandi við einstaklingafyritøkum!
Størv og royndir
Starvsroyndir
2025 – Varatingmaður fyri Javnaðarflokkin
2022 – 2025 – Fulltrúi, Barna- og útbúgvingarmálaráðið
2020 – 2022 – Fulltrúi, Uttanríkis- og mentamálaráðið
2020 – Granskingarhjálpari, Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya
2020 – Verkætlanarstarv, Fuglafjarðar Kommunu
2019 – 2020 – Freelance journalistur, Dimmalætting
2014 – 2016 – Samskipari av Ung í Arbeiði, Fuglafjarðar Kommuna
Sjálvboðið arbeiði
2022 – 2025 – Nevndarlimur og skrivari í Eysturoyar Javnaðarfelag
2022 – 2024 – Formaður, Giktafelag Føroya
2021 – 2022 – Eykalimur, Giktafelag Føroya
2021 – 2022 – Skrivari, Samfelagið
2016 – 2019 – Altjóða skrivari, Meginfelag Føroyskra Studenta
2014 – 2016 – Nevndarlimur, Álaborg
Útgávur
2025 – The Dance of Death í E. Corvinstone, Whispers of the Black Death.
2025 – The Hand on the Grave í E. Corvinstone, Whispers of the Black Dearh.
2020 – Varðar (yrking). Varðin 87.