“Útbúgving er ein íløga” verður ofta tikið til, bæði hjá landinum og hjá tí, sum tekur hana. Tann, ið nemur sær útbúgving, væntast við henni at víðka um sítt fíggjarliga rásarúm. Tó er hettar ikki galdandi, um fólk við skerdum førleika, fara undir útbúgving. Hettar hevur undanfarna samgonga syrgt fyri, við teirra framdu broytingum í skipanini við tillagaðum starvi.
Hagtøl úr Danmark vísa, at lesandi sum av fysiskum ávum hava skerdan lestrarførleika samanlagt brúka 8 mánaðir yvir tíð, at koma upp á kandidat støði. Fyri lesandi við skerdum lestrarførleika orsaka av onkrum psykiskum, tekur tað 17 mánaðir yvir tíð. Lesandi uttan slíkar avbjóðingar fullføra sín bachelor áleið tveir mánaðir yvir tíð.
At vera lesandi er eitt fulltíðarstarv, og tí er avmarkað hvussu nógv tað ber til at tjena við síðuna av. Tí uppliva øll lesandi ein inntøkumiss, tá tey fara á skúlabonk, heldur enn at arbeiða. Men fyri tey, sum hava skerdan lestrarførleika, er talan um ein nógv størri lønarmiss, tí tíðin á skúlabonkinum er so drúgv.
Um vit rokna við einari miðalinntøku á 337.000 krónur, so er lønarmissurin fyri at taka ein bachelor og ein kandidat 1,69 mió. krónur fyri ein vanligan lesandi. Fyri tey, sum hava skerdan lestrarførleika orsaka av fysiskum trupulleikum, er talan um 1,75 mió. krónur, meðan tað fyri ein lesandi við sálarligum avbjóðingum er ein lønarmissur á 2,17 mió. krónur.
Harafturat vísa kanningar eisini, at sannlíkindini fyri, at tú hevur tikið tær lestrarlán er nógv hægri fyri lesandi við skerdum lestrarførleika, og lánsupphæddin er eisini munandi hægri enn hjá øðrum lesandi. Hetta tyngir teirra fíggjarstøðu enn meira.
Tá hesi so koma á arbeiðsmarknaðin, so eru tey eisini meira avmarkaði í mun til hvørji størv tey kunnu átaka sær. Hvat lønarlag viðvíkir, eru hesi heldur ikki javnsett øðrum, tí skipanin við tillagaðum starvi er so mikið nógv skerd.
Við skipanini, koma tey at liggja á áleið sama lønarútgjaldi øll árini á arbeiðsmarknaðinum, orsaka av tí lága útgjaldsloftinum, meðan onnur fara upp í løn árliga. Fyri eitt starvsfólk hjá Búskapar og Løgfrøðingafelagnum, sum er millum tey best løntu fakfeløgini, er talan um eitt útgjald á 30.373 krónur um mánaðin fyrsta árið, um viðkomandi arbeiðir hálvan brøk, og aftaná at viðkomandi er komin heilt upp á lønarstiganum, er talan um 34.393. krónur um mánaðin. Lønin á hesum stignum er tá 47.444 krónur hjá einum, sum ikki er í tillagaðum starvi, og lønarmunurin her er sostatt 13.000 krónur mánaðarliga.
Men tú hugsar helst, at hetta er ein góð løn. Tað er tað kanska, samanborið við aðrar lønir, men her er vert at viðmerkja, at fólk í hesari støðuni hava eina rúgvu av meirútreiðslum, sum kemur frá teirra sjúku ella breki. Áðurnevndi lønarmissur ger eisini, at tey sín fyrsta arbeiðsdag eru millum 1,75 og 2,17 milliónir afturúr, samanborið við ein, sum ikki velur at útbúgva seg. Tey skulu tí arbeiða millum 23 og 29 ár, áðrenn útbúgvingin gevur eitt fíggjarligt avkast. Um hædd verður tikin fyri lønarhækkingum og lestrarskuld, er talan um enn fleiri ár. Harafturat eru hesi fólkini meira útsett fyri at blíva fyritíðarpensjonistar, tí tey eru styttri á arbeiðsmarknaðinum, og tá tey enda í tí skipanini, er støðan enn verri. Eisini skal sigast, at nevnda dømi er úr einum av teimum best løntu fakfeløgunum, og tí vil upphæddin vera enn lægri hjá fólki í øðrum sáttmálum.
Hjá teimum flestu, sum eru í skipanini við tillagaðum starvi, er støðan tann, at hesi hava havt eitt arbeiðslív áðrenn tey hava mist sínar førleikar. Men fyri ein ungan persón, sum hevur hesar avbjóðingar, áðrenn viðkomandi fer at lesa, er hetta ein stórur trupulleiki. Tað er torført at taka lán, tá tú ert í einari slíkari skipan, men tá ið skipanin so heldur ikki gevur rætt til somu løn sum hjá øðrum, verður tað enn verri at fáa eitt húsalán.
Fyri at geva ungum við skerdum førleika møguleika at betra um sínar lívsumstøður, eiga vit at broyta skipanina, so at hesi fáa møguleika at koma úr einari annars trongari fíggjarligari framtíð, við at geva teimum rætt til sáttmálaløn. Tað er grundleggjandi skeivt, at fólk, ið frammanundan hava avbjóðingar, skulu revsast fíggjarliga fyri at útbúgva seg, vegna tann mismun samgongan innførdi.
Terji Beder
valevni fyri Javnaðarflokkin