Á hvørjum ári senda vit heilt nógvar føroyingar til sjúkraviðgerð í Danmark, tá hesar viðgerðirnar ikki verða veittar í tí føroyska heilsuverkinum.
Ein avbjóðing er tó, at føroysku sjúklingarnir ofta fáa viðgerðir, sum verða skrásettar í einari journal, sum er tengd at einum fyribils cpr-tali, sum hvørki er knýtt at tí føroyska p-talinum ella tí danska cpr-talinum – eisini hóast hesi longu hava eitt danskt cpr-tal.
Fyri mær tykist hetta ikki heilt vandaleyst fyri føroysku sjúklingatrygdina, og tí havi eg sett landsstýriskvinnuni fylgjandi § 52a fyrispurning:
Skrivligur fyrispurningur
§ 52a eftir Tingskipanini
Spyrjari: Terji Beder, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sjúklingatrygd og journalisering av heilsudátum fyri viðgerðir í Danmark
Spurningar:
- Hví kunnu fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, ikki brúka sítt egna p-tal ella cpr-tal, tá tey fáa sjúkrahúsviðgerð í Danmark, men mugu í staðin noyðast við einum fyribilscpr-tali
- Hvat merkir tað fyri sjúklingatrygdina hjá føroyskum sjúklingum, tá journaliseringin verður løgd afturat einum fyribilspersónstali
- Verður nakað gjørt fyri at tryggja, at journalin, sum er knýtt at fyribilstalinum verður førd inn í journalirnar hjá sjúklinginum, sum eru knýttar at p-talinum í Føroyum og cpr-talinum í Danmark?
- Verður nakað gjørt fyri at tryggja samanhang ímillum journalirnar í Danmark og í Føroyum?
Viðmerkingar:
Tá føroyingar, sum eru búsitandi í Føroyum, fáa sjúkrahúsviðgerð í tí danska heilsuverkinum, fáa teir eitt fyribilscpr-tal, óansæð um teir hava eitt danskt cpr ella ikki. Hetta ger, at journalin, sum verður førd fyri viðgerðina, ikki verður knýtt at tí vanliga cpr-talinum, og tí ikki verður løgd afturat tí journalini, sum annars er knýtt at cpr-talinum hjá sjúklinginum.
Hetta merkir, at týðandi upplýsingar um sjúku og sjúkragongd enda uttanfyri ta vanligu skrásetingina, sum føroyskir sjúklingar annars hava knýtta at sínum persónstali.
At týðandi upplýsingar um sjúku verða hektaðar av journalini hjá fólki tykist mær sera álvarsligt, tí støður kunnu eyðsæð koma fyri, har upplýsingar frá hesum viðgerðum kunnu fáa týdning í øðrum viðgerðum. At hesar upplýsingar ikki verða skrásettar eftir teirri vanligu journalini ger eisini, at ein óneyðuga stór ábyrgd verður løgd á tann einstaka sjúklingin, sum tá bæði skal minnast og skilja ta sjúkugongd, viðkomandi hevur verið ígjøgnum.
Á Løgtingi, 23. oktober 2025
Terji Beder