Í hesum tíðum, tá fólk í lestrarørðindum uttanlands tykjast at hava fingið verri við at venda heim aftur eftir loknan lestur, er eitt gott og sterkt universitet meira týdningarmikið enn nakrantíð áður, skulu vit í Føroyum vera kappingarfør við teir møguleikar, sum annars eru at finna uttanlands.
Eitt universitet fær ikki vent hesari gongdini einsamalt, og tað ger eitt víðkað útboð av útbúgvingum heldur ikki. Bústaðarmarknaðurin er ein týðandi faktorur, men tað er eitt sterkt universitet við einum veruligum universitetsumhvørvi eisini.
Vit hava í dag eitt av heimsins minstu universitetum, við relativt fáum lesandi. Hetta er í sjálvum sær ein avbjóðing, um vit skulu hava eitt gott lestrarumhvørvi upp at standa. Harafturat hevur Fróðskaparsetur Føroya eisini fleiri staðsetingar, har tær ymisku deildirnar húsast – ja, Setrið liggur faktiskt spjatt kring allan býin.
Hóast vit væl vita, at Fróðskaparsetrið er størri enn hvør deild sær, so kann man ímynda sær hvussu tað man upplivast hjá teimum lesandi, sum útbúgva seg úti á deildunum. Tí um tú ímyndar tær at verða lesandi á einari lítlari deild, burtur frá øðrum deildum, so er tað ein stórur kjansur fyri, at tín fatan av Fróðskaparsetri Føroya bæði byrjar og endar við tí deildini tú ert knýttur at. Hetta tí at tey lesandi og tey starvsfólk á teimum einstøku deildunum gerast tað fulla spennið í tí sosiala rásarúminum, sum hesi møta í gerandisdegnum.
Hetta er ein avbjóðing, um vit skulu geva okkara lesandi eina kenslu av at vera lesandi á einum veruligum universiteti – um vit skulu vera kappingarfør við universitet í okkara grannalondum.
Skulu vit koma hesi avbjóðing til lívs, so krevur tað góðar kamar, sum fysiskt leggur deildirnar tættari at hvørjum øðrum, soleiðis at lesandi við ymiskum akademiskum bakgrundum koma at uppihalda seg á sama stað, og harvið eisini fara at koma hvørjum øðrum meira við.
Tí er gleðiligt at vita sær, at gongd er í kampusarbeiðinum, bæði í dagføringini av Venjingarskúlanum og av felagsbygninginum, við teimum tilhoyrandi fasilitetum, lestraríbúðum, og øðrum, sum hoyrir einum kampus til.
Hendan ætlanin gevur okkum eisini eitt størri Setur, sum hóskar seg væl til aðrar ætlanir, sum vit eisini hava, so sum luttøka í Erasmus+, sum eisini koma at víðka um upptøkugrundarlagið, tá útlendsk lesandi eisini fáa møguleika at søkja hendaveg at nema sær útbúgving. Væntandi fer hetta eisini at skapa gróðrarbotn fyri einum styrktum lestrarumhvørvi og fyri kensluni av at hoyra til eitt felags Fróðskaparsetur Føroya.
Um man loyvir sær at droyma, ja, so kanska vit við kampusætlanini einaferð fáa eitt universitet mitt úti í norðuratlantshavi, sum kann sammetast við universitetið í Akureyri ella Tromsø, sum í báðum førum hava megnað at drigið lesandi í hópatali til sín, ikki bert í nærumhvørvinum, men úr øllum landinum og eisini uttanífrá.
Frú forkvinna,
Fyriliggjandi uppskot snýr seg um gamla Venjingarskúlan, sum er ein partur av tí samlaðu kampusætlanini. Her kann sigast, at tann lonin, sum vit kalla lon 5, verður dagførd, og sum enn er í gerð. Hon verður væntandi klár at flyta inn í á sumri 2025.
Í heildarætlanini verður lagt upp til, at 7.000 m2 skulu høvuðsumvælast, sum verður gjørt við útgangsstøði í teimum royndum, sum eru gjørdar í teimum 1.200 m2, sum lon 5 fevnir um. Harafturat verður bygningurin eisini útbygdur við øðrum 3.500 m2, sum verða lagdir afturat teimum 7.000 m2. Umvælingarnar og útbyggingarnar verða væntandi gjørdar lon fyri lon, ella sum gamla Sjálvstýrið plagdi at taka til – stig fyri stig.
Tá bygningurin er liðugt umvældur og útbygdur, telur hann 10.500 m2, og kemur hann tá at rúma trimum deildum, ávikavist Náttúruvísindadeildini og deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, sum í dag báðar húsast í Sjóvinnuhúsinum, og Námsvísinda-deildini, sum longu húsast í Venjingarskúlanum í dag.
Hetta er eitt framstig, um hugsað verður um tann felagsskapin, sum kann birtast ímillum tey lesandi, og eitt fyrsta stig fyri tað framtíðar kampus, sum vit vónandi hava um ikki alt ov leingi.
Frú forkvinna,
Uppskotið er eitt broytingaruppskot til løgtingslógina um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum. Tað snýr seg um eina hækking av játtanini, sum varð latin til umvæling av lon 5 á gamla Venjingarskúlanum, og til projektering av heildarætlanini fyri Frælsi 20 (sum er sjálvandi er Venjingarskúlin), soleiðis at ístandgerð og umbygging av framtíðar stigum kann verða løgd til rættis.
Útreiðslurnar til bygging, sambært § 1, stk. 1, fara frá at verða í mesta lagi 37 milliónir krónur til at verða í mesta lagi 39 milliónir krónur. Hetta er fevnt av løgujáttanini fyri komandi ár.
Síðan verður eisini innført eitt nýtt stykki í lógina, § 1, stk. 2, sum gevur landsstýrismanninum heimild at projektera heildarætlanina fyri Frælsið 20 fyri í mesta lagi 7,3 milliónir krónur. Hendan seinna upphæddin er eisini longu fevnd av løgujáttanini fyri komandi ár, og er ein projektering av ístandgeringini og útbyggingini av øllum Venjingarskúlanum.
Hetta uppskotið verður síðan beint í Fíggjarnevndina, til nærri viðgerð, har hesar upphæddirnar sjálvandi eisini verða eftirhugdar.
Takk fyri.
Røðan varð hildin í samband við fyrstu viðgerð av løgtingslóg um broyting av løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum.
Máltal: LM-079/2024
Dagfesting: 11. mars 2025