Í gjár umboðaði eg, saman við Birnu Heinesen og Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkin á pallborðsfundi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroyar, har kjakast var um fólkaskúlan.
Tá eg stóð á pallinum, kom ein spurningur millum áhoyrararnar, sum snúði seg um týskt og støðuna hjá týskum framyvir í fólkaskúlanum.
Eg fekk møguleika at svara, og hóast eg stutt nart við evnið, kom eg ikki ordiliga inná hvør mín støða er við týskum (og alis- og evnafrøði) í fólkaskúlanum, tá hesi fak skulu kappast við aðrar vallærugreinir í skúlanum.
Eg havi tó viðgjørt hetta evnið fyrr. Í greinini “Upptøkukrøv á miðnámi skapa mismun”, sum eg gav út 9. januar 2020, viðgjørdi eg hendan spurningin, sum eitt ískoyti til kjakið um týskt sum upptøkukrav á miðnámi.
Í greinini vísi eg á, at:
Um týskt og alis- og evnafrøði eru tær einastu vallærugreinirnar, sum økja um møguleikarnar í útbúgvingarskipanini, gerast tær tað skynsama valið.
Um týskt og alis- og evnafrøði eru tað skynsama valið, verður trupult at fáa undirtøku fyri kreativum og øðrum vallærugreinum. Skapandi lærugreinirnar vera sostatt fyri mismuni.
Fortreytirnar at velja verða skeiklaðar, sum fyrst og fremst rakar møguleikarnar hjá børnum, sum ikki hava foreldur við akademiskum útbúgvingum.
Les útgreinandi lesarabrævið her: