Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.
Tað geri eg, tí eg ynski eitt javnt, trygt og rættvíst samfelag, har okkara fortreytir ikki avmarka okkara møguleikar.
Hetta ynski kemur av teirri grundleggjandi fatan, at eitt gott samfelag er eitt frælst samfelag, og at frælsið hjá tí einstaka í stóran mun verður skapt í teimum kørmum og møguleikum, sum samfelagið bjóðar.
Tí fari eg at arbeiða fyri haldgóðum og samhaldsføstum skipanum, einum tryggum og nútímansgjørdum arbeiðsmarknaði og fyri einari sterkari útbúgvingarskipan við fleksiblum lestrarmøguleikum.
Eg gleði meg til valstríðið.
Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin