Eg møtti einum blindum manni í nátt, á Nørrebrúgv, sum sá so forvirraður út. Eg steðgaði á at vita, um hann hevði brúk fyri hjálp, og tað vísti seg, at hann var eitt sindur vilstur blivin. Hann var ikki langt av leið, so tað hevði lítið uppá seg, at fylgja honum á rætta leið, so tað gjørdi eg. Ímeðan vit so ganga, spyr hann meg, hvar eg eri frá, og eg svari so, at eg eri úr Føroyum. Hann svarar so at “sjálvandi eri eg tað”. Eg spyrji eitt sindur undrandi, hvat hann meinar, og hví hann sigur so? “Jú, tí at annar hvør persónur, sum gevir sær stundir at hjálpa, er føroyingur”.
Eg haldi, at hendan hendingin sigur nokkso nógv um okkum føroyingar og okkara mentalitet, at hesin maðurin fleiri ferðir skal hava fingið hjálp av føroyingum, tá ið hann hevur tørv á tí.
Við hesari lítlu søguni, fari eg at ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár.
Samrøða um hendingina í Góðan morgun Føroyar á Kringvarpi Føroya, kann hoyrast í leinkinum niðanfyri.