Fara Føroysk lesandi at byrta undir danska verju av Føroyum sum sjálvstøðuga tjóð?

Strukturella býti í felagsskapinum European Students’ Union, har Meginfelag Føroyskra Studenta herfyri fekk kandidatlimaskap, kann venda áhugamálunum hjá dønum mótvegis Føroyum og tí ríkisrættarligu støðuni á høvdið.

European Students’ Union er ein paraplyorganisatión, sum stendur av 46 nationalum lestrarfelagsskapum úr 40 ymiskum londum. Tað vil siga, at ESU stendur av fleiri nationalum lestrarfelagsskapum enn londum, sum hesir lestrarfelagsskapirnir umboða. Hetta kemst av, at summi lond hava tvísporaðar útbúgvingarskipanir, sum virka á hvør sín hátt, og sum eru somikið ólíkar, at mett verður, at lesandi úr einum spori ikki megna at umboða lesandi úr hinum sporinum. Tí eru tað í summum londum, sum eitt nú Finnlandi, tveir nationalir lestrarfelagsskapir, sum arbeiða fyri áhugamálunum hjá teirra lesandi. Í hesum tilfeldunum verða báðir lestrarfelagsskapirnir fult viðurkendir sum nationalir lestrarfelagsskapir, hóast teir ikki eru einsamalt umboðandi fyri landið.

Tá ið avgerðir verða tiknar í European Students’ Union, er talan um eina demokratiska tilgongd, har lond hava høvið at atkvøða fyri ella ímóti einum máli. Orsaka av áðurnevnda tvíbýti, hava limalondini í ESU tvær atkvøður, sum merkir, at tey londini, sum hava tveir umboðandi lestrarfelagsskapir, kunnu deilast um hvør sína atkvøðu. Lond, sum hinvegin bert hava ein umboðandi felagsskap, hava tvær stemmur, sum hesi sjálvi kunnu brúka í demokratisku tilgongdini.

Danmark argumentera fyri Føroyum sum tjóð?

Danmark hevur bert ein nationalan lestrarfelagsskap, Danske Studerendes Fællesråd (DSF), sum hevur tvær atkvøður í atkvøðugreiðslunum. Tað vil siga, at Danmark í dag, brúkar báðar sínar atkvøður, til at stuðla teirra egnu áhugamálum í tí útbúgvingarpolitiska landslagnum í Evropa.

Í samband við tað, at Meginfelag Føroyskra Studenta er upptikið sum umsøkjandi limaland, skal MFS ígjøgnum eina tilgongd, sum viðgerð, um MFS megnar at liva upp til tær treytir, sum eru fyri einum fullum limaskapi. Hendan tilgongdin snýr seg í mestan mun um strukturin í MFS, tilgongdir, skjalførðslu og líknandi. Men í viðgerðini av Føroyum sum eind, skal støða eisini takast til, um Føroyar eru partur av Danmark, ella um Føroyar eigur at verða sæð sum sjálvstøðug eind ella tjóð.

Um Danmark ikki skal missa eina av sínum atkvøðum, verður Danmark tískil noytt at argumentera fyri, at Føroyar og Danmark ikki eru tað sama. Hjá teimum verður tað týdningarmikið at fáa fram, at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum, men ikki er partur av Danmark sum land, og at Føroyar er ein sjálvstøðug tjóð, við egnum málsøkjum og egnari útbúgvingarskipan, sum er óheft tí donsku.

Um MFS megnar at fáa fullan limaskap og DSF ikki megnar at argumentera fyri Føroyum sum sjálvstøðuga tjóð, so risikerar Danmark at missa eina atkvøðu, sum fellir Føroyum til góðar. Danmark viknar tískil á evropeiska økinum, og verður noytt at lata Føroyum tí einu atkvøðuna, sum Føroyar kunnu brúka, til at umboða egin áhugamál.

Spurningurin er so, fer DSF at arbeiða fyri at framhevja Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð? Um so er, so er vert at umhugsa, hvat hetta kann brúkast til í øðrum politiskum samanhangum – eg havi so mínar tankar.

Blokkpolitikkur í ESU

Eitt atlit, sum skal takast í øllum hesum kjakinum er, at ESU eisini inniheldur sterkan blokkpolitikk, sum kann virka ímóti føroyskari luttøku. Hildið verður, at norðanlondini í forvegin eru ov sterk í tí politiska arbeiðinum, og tí kann ein sjálvstøðugur limaskapur gera upptøkutilgongdina hjá MFS sverari, tí tað verður sæð sum ein styrki fyri tann norðurlendska blokkin, um Føroyar verða lagdar aftrat, við tveimum nýggjum atkvøðum.

Við blokkpolitikkinum í mentu, kann hugsast, at tað gerst lættari hjá MFS at fáa luttøku, um Føroyar og Danmark skulu deilast um atkvøðurnar hjá Danmark, men sum sagt, so er hetta ímóti áhugamálunum hjá Danmark.

Meginfelag Føroyskra Studenta verður tí noytt til at taka eina avgerð, um tey velja eina pragmatiska tilgongd, við at deilast um donsku atkvøðurnar, ella um MFS skal satsa uppá sjálvstøðuga upptøku, og harvið fáa Danmark at argumentera fyri Føroyum sum sjálvstøðuga tjóð.

 

Terji Beder

Faktaboks:

European Students’ Union er stovnsett í 1982

Umboðar 46 nationalar lestrarfelagsskapir í 40 londum í Evropa

Er ráðgevandi partur av European Higher Education Area, har tað er javnsett stovnum sum t.d. UNESCO og Council of Europe

European Higher Education Area er tann eindin, sum setir leiðina fyri Bolognatilgongdina, sum avgerð evropeisku standardirnar fyri hægri útbúgving í Evropa

Meira um ESU, sí https://www.esu-online.org/about/

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *