Tann 29. Oktobur 2020 kunngjørdi Meginfelag Føroyskra Studenta, at tey vóru viðtikin í ein evropeiskan felagsskap, sum kallast European Students’ Union (ESU). Viðtøkan er eitt sokallað candidate membership, sum merkir, at tey skulu ígjøgnum eina upptøkutilgongd, sum endaliga avgerð, hvørs MFS kann gerast limur í ESU ella ikki. Hóast upptøkan í ESU enn ikki er endalig, er hetta tað longsta, sum føroyskir studentar nakrantíð hava rokkið, hvat altjóða útbúgvingarpolitikki viðvíkur, og hetta kann merkja, at MFS í framtíðini verður partur av tí arbeiðinum, sum er við til at seta dám á Bolognatilgongdina.
Bolognatilgongdin
Bolognatilgongdin (Bologna process) er ein long røð av politiskum skjølum, sum seta teir standardir, sum gerast galdandi fyri tað evropeiska útbúgvingarlandslagið fyri hægri lestur, og sum í dag fevnir um 48 lond. Bolognatilgongdin stavar upprunaliga frá Bolognaavtaluni frá 1999 (Bologna declaration), har 29 lond valdu at standa saman um at skapa eitt felags evropeiskt útbúgvingarøki (European Higher Education Area). Hetta skuldi gera tað smidligari at brúka útbúgvingarnar tvørturum landamørk, og skuldi tryggja, at góðskan tvørtur um útbúgvingarskipanirnar var á sama støði. Við at skapa átøk og standardir, sum gingu aftur tvørturum evropeisku londini, skuldi støðið lyftast og álitið á útbúgvingarnar hjá hvørjum øðrum styrkjast, og umvegis hetta skuldi man røkka málinum um at skapa “a Europe of knowledge”.
Eg kundi skriva nógv um Bolognatilgongdina, men nú er tað ikki tað hetta snýr seg um, hóast tað er viðkomandi, orsaka av sambandinum millum ESU og Bologna. Men í stuttum kann sigast, at Bolognatilgongdin fyrr hevur verið skýrd sum tann størsti og mest umfatandi útbúgvingarreformurin, sum nakrantíð hevur verið sæddur í heimssøguni.
European Students’ Union
European Students’ Union sum felagsskapur hevur ein vegleiðandi leiklut í the European Higher Education Area, sum fevnir um tey londini, ið hava undirskriva og ratifisera Bolognatilgongdina. Í hesum sambandi er ESU ein “consultative member”, sum kann sammetast við aðrar evropeiskar felagsskapir og eindir, so sum UNESCO og Council of Europe. Um MFS endaliga gerst limur í ESU, far MFS rætt til at atkvøða í teimum stóru málunum, sum verða send til ministararnar í EHEA, sum teir í stóran mun taka til sín, áðrenn nýggj mál verða sett í Bolognatilgongdini.
Fyri at seta tað í perspektiv, so hava Føroyar atlimaskap í UNESCO, meðan MFS her hevur møguleika at fáa fullan limaskap í ESU. Tað er stórt, tí hóast leiklutirnir eru ymiskir, so hava UNESCO og ESU beinleiðis ávirkan á Bolognatilgongdina, og í hesum sambandi er talan um tveir partar, sum hava somu viðurkenning í arbeiðinum.
MFS hevur her ein nýggjan platform, har Føroyar verða umboðar, og um upptøkan eydnast, so er støðan tann, at MFS hevur størri ávirkan á evropeiskan útbúgvingarpolitikk fyri hægri lestur enn hvat Føroyar hava.
Eg vil hervið ynskja MFS til lukku við stóra siðrinum, og ynski felagsskapinum alt tað besta í upptøkutilgongdini, sum tey nú skulu ígjøgnum.
Terji Beder
Sí tíðindaskriv frá MFS:
https://www.mfs.fo/mfsesu
Mynd: European Students’ Union