Politiskt óheftir listar?

”Listin er politiskt óheftur”, verður sagt. Men er hann veruliga politiskt óheftur?

Um ein listi sigur seg verða politiskt óheftan, so skalt tú sum veljari vita, at hetta í høvuðsheitum rúmar trimum útfallum.

listin meinar, at hann ikki hevur træðrir inn í nakran ávísan landspolitiskan flokk, sum ikki er tað sama sum at verða politiskt óheftur.

listin hevur onki politiskt fundament, sum merkir, at hann helst verður borðin fram av einstaklingum og einstaklingaáhugamálum.

listin verður borðin fram av einans einum áhugamáli, sum t.d. ein bygdalisti ella ein listi, sum umboðar eitt ávíst kjarnuáhugamál.

Øll trý modellini hava avleiðingar fyri tína atkvøðu.

Listar, sum fella undir fyrstu kategori, eru politiskt heftir, men fortelja tær ikki hvat fyri ein politikk talan er um. Hetta er tískil ein følsk vørða, sum verður sett til sølu fyri tína atkvøðu.

Listar, sum fella undir næstu kategori, eru listar, sum framseta valevnir, sum hava valt at verða á lista saman, tí her hava tey pláss at bera sítt seráhugamál fram. Um ein slíkur listi verður valdur, veitst tú ikki hvat tú fært, tí at politiska gongdin vil varriera øgiliga nógv, ann uppá hvør verður valdur. Hesin listin kann lættliga hava umboð, sum umboða tínar meiningar, men kunnu samstundis hava umboð, sum umboða kontrastir til tínar meiningar. Tí er stórur møguleiki fyri, at tín rødd ikki verður umboðað á hesum listanum.

Listar, sum fella undir triðju kategori, eru listar, sum hava eitt felags áhugamál. Tá ið tað áhugamálið er rokkið, er ikki meira at verða samdur um. Eftir hetta, kunnu umboðini á listanum skjótt verða í andsøgn við hvønn annan, og tí kanst tú sum veljari lættliga fáa títt kjarnuáhugamál umboðað, meðan allur annar politikkur, í prinsippinum, kann verða ímóti øðrum áhugamálum, sum tú hevur sum veljari. 

Ein fjórði møguleiki er eisini at hava ein apolitiskan lista, sum eg ikki veit hvussu sær út.

Flestu listar fella helst undir fyrstu kategori, og hjá teimum hevði verið best, um teir faktiskt vístu, hvar teir standa politiskt. Er listin høgrasinnaður, er hann vinstrasinnaður, ella liggur hann kanska eitt stað harímillum? Hvørji áhugamál viga mest? Vinnan? Mentanin? Tað sosiala?

Kemur hetta ikki fram, er listin villleiðandi.

 

Terji Beder, veljari

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *