Fríggjadagin 10. Juli, hevði Kringvarp Føroya eina temasending, sum snúði seg um prísir á pendling í Føroyum. Sendingin, sum í stórum trekkum snúði seg um kostnaðir við fergum og ígjøgnum tunlar í landinum, setti feraprísirnar upp ímóti hvørjum øðrum, og vísti á, at tað var ein greiður munur á kostnaði, alt eftir hvat ferðastrekki í landinum talan er um. Hetta er eitt áhugavert og týdningarmikið kjak, sum snýr seg um javnseting av basalum útreiðslum hjá borgarum, sum avgjørt er vert at taka, tí hetta eru viðurskiftir, sum kunnu hava alstóran týdning fyri menning av eitt nú Suðuroynni, samstundis sum tað eisini er ein spurningur um javnbjóðis atgongd til starvsmøguleikar, v.m.
Men hetta kjakið er sprottið úr spurninginum um kostnaðarstøðið á Eysturoyartunnlinum, og við at uppíblanda allar møguligar aðrar farleiðir, er tað í mínari verð at skjóta viðsíðunarav. Orsøkin til tað er, at Eysturoyartunnilin er ein tunnil, sum hevur eitt høgt bummgjald, har eitt nemt alternativ fyriliggur – nevniliga núverandi farleið ígjøgnum Sundalagið. Støðan við júst hesum tunlinum er tí ein heilt onnur, enn vit hava sæð við hinum undirsjóvartunlunum og fergunum í landinum, tí hesin tunnilin stendur í kapping við gomlu farleiðina, og er ikki ein primér leið, sum knýtir saman oyggjar, sum ikki eru samanknýttar í forvegin.
Í temasendingini var tó eisini eitt innslag, sum snúði seg um Eysturoyartunnilin burturav, har spurt var um fólk ætlaðu sær at brúka tunlarnar. Trýggir menn vóru við í innslagnum, sum allir búðu uttanfyri tunnilsmunnan á vestara armi á Skálafjørðinum (Toftum og Nesi), og hesir vóru ikki á einum máli um, hvørs tað loysti seg at koyra ígjøgnum tunnilin ella ikki. At spyrja fólk, sum búgva við tunnilin, kann geva okkum eina ímynd av, hvussu fólk á staðnum uppliva støðuna, og um tey halda tað verða ráðiligt at brúka tunnilin ella ikki. Men hetta er ikki øll myndin, tí at tunnilin er ongantíð projekteraður, við einans tunnilsgrannunum í mentu – hann krevur eisini at verða nýttur av teimum, sum búgva longri norðri í landinum.
Tí er tann krittiski spurningurin ikki, hvussu væl tað loysir seg at brúka Eysturoyartunnilin úr Skálafjørðinum, enn minni teimum, sum búgva við ella uttanfyri tunnilsmunnan. Krittiski spurningurin er, hvussu tað loysir seg fyri tey búplássini, sum eru norðanfyri rundkoyringina á Skipanesi. Júst rundkoyringin á Skipanesi er nevniliga skeringspunktið, har øll ferðsla norðanfyri skal ígjøgnum, áðrenn tað antin verður farið ígjøgnum tunnilin ella eftir núverandi leið.
Tað er á búplássunum, við tunnilsmunnarnar, at tunnilin skjótast fer at loysa seg. Tey hava styttstu leið gjøgnum tunnilin og skulu eina munandi nógv longri leið, um tey velja at fara eftir núverandi farleið, gjøgnum Sundalagið. Tað vil siga, at tey koma at spara mest tíð, og koma samstundis eisini at spara mest í koyriútreiðslum millum støðini. Hinvegin er myndin ein onnur, um hugt verður at økjunum norðanfyri rundkoyringina á Skipanesi, tí tá er talan um eitt heilt annað roknistykki, har munandi minni av tíð verður spard, og har kostnaðurin ígjøgnum tunnilin enn er hin sami.
Ikki fyrr enn tann spurningurin (og kritikkur eisini verður settur til hatta rokniarkið hjá tunnilsfelagnum, sum er púra burturvið) er viðgjørdur, hava vit eina nøkulunda viðgerð av prísáseting kontra spardari tíð, og harvið eina nøkulunda realistiska mynd av støðuni við tunlinum.
Tá ið kostnaður og ferðing verður viðgjørd, hví verða so ikki eisini settir krittiskir spurningar til prísirnar, sum vit hava sæð á roknaranum hjá heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum, tá tað er eyðsæð, at roknarin er skipaður eftir fyrilitum, sum eru púra burturvið?
Terji Beder
Mynd: Visit Runavík