Vit, tit og avtøka av kommunum

Í lesarabrævi á In.fo, dagfest 22.08.2019, skrivar Róaldur Jákupsson, valevni fyri Framsókn, at hann vil virka fyri at avtaka kommunurnar í Føroyum. Hann sigur, at hann er troyttur av, at politikkur er so uppbýttur í ”vit og tit”. Í lesarabrævinum er tað tó ógreitt, hvat hann meinar, tá hann sigur vit og tit, tí í byrjanini á greinini umtalar hann ”vit” sum havnina, og ”tit” sum restina av landinum, ella útjaðara, sum hann eisini nevnir tað í somu handakeipu. Tó verður ein onnur definitión av útjaðaranum framløgd longri inni í lesarabrævinum, har útjaðarin eru tær smáu oyggjarnar, og tær bygdir annars, sum ynskja at verða partur av einum útjaðara, sum skal fella undir Innlendismálaráðið. Altso er tað ógreitt um útjaðarin eru smáu oyggjarnar, ella um útjaðarin er alt landið, minus havnina.

“Hetta “vit og tit” hevur eftirhondini strikað mørkini millum Havn og restina av landinum so markant upp at tað nærmast líkist hatri. Tað gongur ikki ein dagur uttan man skal hoyra um hvussu ræðuliga ónd øll eru í Havn og hvussu synd tað er í útjaðaranum.”

Tað, at útjaðarin er illa defineraður, ger tað svert at fyrihalda seg til omanfyristandandi sitat. Men í øllum førum er hetta ein svørt/hvít mynd, sum Róaldur teknar, har tað ikki verður gjørdur munur á bygdunum, og teirra sambandi við Havnina. Hetta er ein yvirgeneralisering sum vil nakað.

T.d. er tað munur á, hvussu stórir spenningar eru ímillum Klaksvíkina og Havnina og hvussu stórir spenningar eru millum Havnina og flest allar bygdir í Eysturoy, Norðurstreymoy og Vágunum, tí teimum mást tú stundum leita leingi eftir fyri at finna.

Soleiðis, sum eg síggi tað, so verður framhevjaða sitatið og hesin sokallaði útjaðarin umrøddur á sama hátt, sum man á góðum havnamáli vanliga kallar “bygd”. Hugtakið bygd, er ein ónuanseraður sekkur, har man koyrir alt tað niður í, sum liggur uttanfyri Havnina, og letur sum um at tað heila er tað sama. Eisini verður “bygd” nýtt sum skemdarorð, t.d. at bilurin er bygdasligur, tí man í Søldarfirði einaferð hevur havt tað fyri at pynta bilarnar hjá sær, ella at drongurin er bygdasligur, tí hann gongur upp í fiskiskap, hóast fiskur fyllir øgiliga ymiskt frá staði til stað. Bæði eitt og annað verður skýrt bygdaligt, tí tað er kiksa onkursvegna, ella ikki er “havnarligt”. Tí er hesin mátin, sum man umtalar bygdir uppá ein negativur diskursur, sum leggur upp til eina eindimensionella mynd av restini av landinum. At yvirføra somu einklu fatan, og haraftrat smíða politikk omaná er ósunt, tí tað vildi givið eitt starblint politiskt arbeiði.

Við at gera mun á ymisku støðunum í Føroyum, og ikki koyra alt undir tann sama hattin, so er tað ein heilt onnur mynd, sum kemur undan kavi. Hendan myndin er litføgur og nuanserað, og kann vísa, at ymisku bygdirnar hava ymiskar tørvir. Hetta eru tørvir, sum kommunurnar hava í áhuga at virka fyri, fyri at kunna skapa trivna og menning í egnum øki, og snúgva seg um meira enn kloakkskipanir, sum skrivarin rør uppundir.

At avtaka kommunurnar ljóðar lætt, um man ikki differientierar millum Skarvanes og Saltangará.

 

Terji Beder, veljari

 

Lesarabræv upprunaliga útgivið á:

http://lesarin.fo/vit+tit+og+avtoka+av+kommunum_gukl.html 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *