Røða: Tá universitet og sjúkrahús ganga hond í hond

Uppskotið um at gera sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús er eitt nýbrot fyri bæði útbúgving og gransking innan heilsuøkið í Føroyum. Hetta er bæði eitt úrslit av einari alsamt meira miðvísari raðfesting av gransking innanhýsis í sjúkrahúsverkinum yvirhøvur, m.a. við stovnseting av einari Heilsugranskingareind, og eitt úrslit av teirri menning, sum hevur verið á heilsuøkinum á Fróðskaparsetri Føroya.

Tí fyri at gera eitt universitetssjúkrahús í Føroyum, krevur tað samstarv millum bæði sjúkrahús og universitet.

Ein berandi partur av at hetta kann lata seg gera, er menningin, sum hevur verið á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Her hoyrir tann søgan til, at gamli Sjúkrasystraskúlin, longu áðrenn samanleggingina við Fróðskaparsetur Føroya í 2008, hevði tillagað partar av teirra útbúgvingum eftir altjóða leisti. 

Hóast samanleggingin við Setrið helst hevur verið órógvandi, so hava fyrireikingarnar, sum vóru á gamla Sjúkrasystraskúlanum helst verið góðar fyri samanleggingartilgongdina. Hetta hevur givið deildini eitt gott stev, og hevur helst fyribyrgt nakað av tí óró, sum slíkar samanleggingar annars kunnu geva.

Síðan hevur deildin eisini notið gott av fænum, sum varð latið Granskingarráðnum at umsita í 2014, tá gamli Sjúkrakassagrunnurin varð avtikin, og allur peningur varð oyramerktur til heilsugransking. Hetta vóru góðar 28 milliónir, umframt søluvirði á teimum ognum, sum grunnurin átti, og við søluni av teimum, vóru vit yvir tær 30 milliónirnar.

Hetta hevur givið vísindastarvsfólkum møguleika at uppbyggja eitt sætt granskingarumhvørvi á heilsuøkinum, har man bæði hevur megnað at fingið ES-granskingarpengar í stórum upphæddum hendaveg, og hevur givið einstøkum granskarum bæði virðislønir og stórt uppmerksemi fyri partar av hesi gransking. 

At knýta sjúkrahúsverkið afturat hesum parti, sum møguliga er fremsta granskingarumhvørvi í Føroyum, tykist tí at verða ein natúrlig gongd, sum kann verða okkara heilsuverki at stórum frama.

 

Hvat er eitt universitetssjúkrahús?

Men hvat er eitt universitetssjúkrahús, kanst tú kanska spyrja. Jú, eitt universitetssjúkrahús er eitt sjúkrahús, har sjúkrahústænastur verða samskipaðar við útbúgving og gransking, í samstarvi við eitt universitet. Tað vil siga, at tær primerfunktiónir, sum eitt sjúkrahús hevur, so sum sjúkrarøkt, o.a., verður flættað saman við sekunderfunktiónum, so sum útbúgving og gransking, um vit kunnu kalla tað so.

Vitanin, sum verður framleidd á sjúkrahúsinum, verður tá brúkt í teimum útbúgvingum, sum heilsustarvsfólk á sjúkrahúsinum fáa, og sostatt fáa vit útbúgvingar við føroyskum jørðildi. Hetta verður bæði gjørt umvegis gransking og møguleikanum hjá starvsfólkum í Sjúkrahúsverkinum at starvast sum lektarar o.a. á Setrinum.

Uppgávurnar, sum verða lagdar afturat verandi sjúkrahúsverki, sum avleiðing av hesi ætlan, verður skipað sum ein løgfrøðilig eind í Sjúkrahúsverkinum.

Universitetssjúkrahúsið sjálvt verður skipað sum ein løgfrøðilig eind á

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Harra formaður,

Hóast eg meti hetta verða eitt gott hugskot, so havi eg onkra smávegis viðmerking til lógaruppskotið, sum eg vóni at Trivnaðarnevndin tekur til viðgerðar.

Sambært § 1 a, stk. 2, pkt. 5, skal universitetssjúkrahúsið veita serútbúgving til heilsustarvsfólk, ið hava prógv frá Fróðskaparsetri Føroya ella øðrum lærdum háskúla. Hetta tykist at verða sokallaðar graduate, ella post-graduate útbúgvingar, sum ávikavist eru á bachelor- ella masterstigi. Í teimum serligu viðmerkingunum til ásetingina framgongur tó ikki, hvat tað ítøkiliga merkir, at sjúkrahúsverkið skal veita hesar útbúgvingar.

Aðrastaðni stendur, at sjúkrahúsverkið skal veita kliniska venjing til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og á Heilsuskúla Føroya, og øðrum líknandi stovnum, og tí er tað sjálvsagt ikki hetta, sum man meinar við, tá tað stendur, at sjúkrahúsverkið skal veita serútbúgvingar.

Eg ímyndi mær, at um sjúkrahúsið fær heimild at veita serútbúgvingar, at hesar verða skipaðar í tøttum samstarvi við góðskueindina á Fróðskaparsetri Føroya, soleiðis at góðskan av hesum útbúgvingum verður sum hon skal verða. Alternativt at serútbúgvingarnar verða veittar umvegis deildina fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Sambært § 1, stk. 3, stendur tó víðari, at Sjúkrahúsverkið fyrst og fremst samstarvar við Fróðskaparsetur Føroya um heilsugransking og útbúgvingar, og við í hesum uppskotinum fyriliggur eisini ein samstarvsavtala, har viðurskiftini umkring samstarv um útbúgvingar verður nágreina, og tí hugsi eg, at tað helst er ætla, at tann formligi parturin av útbúgvingunum verður staðsettur á Fróðskaparsetri Føroya og ikki í Sjúkrahúsverkinum.

Men um vit hyggja at lógaruppskotinum fyri hvat tað er, so verður hetta ikki nágreina í teimum serligu viðmerkingunum, og tí kann tað tykjast mær, sum at man við núverandi uppskoti gevur sjúkrahúsverkinum at veita universitetsútbúgvingar. Tað trúgvi eg ikki er ætlanin, og hetta mæli eg til at Trivnaðarnevndin fer at viðgera nærri.

Takk fyri.

 

Røðan varð hildin í samband við fyrstu viðgerð av løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverkið (Ásetingar um universitetssjúkrahús)

Máltal: LM-097/2024

Dagfesting: 13. mars 2025

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *